Aftanfyri hvønn sterkan mann stendur ein sterk kvinna, og aftanfyri hvønn sterkan høvuðsvenjara stendur ein sterkur hjálparvenjari.
Vit hava í dag longt sáttmálan við høgru hond hjá Heimiri, Rasmus Nolsøe. Tvøramaðurin hevur staðið undir liðini á íslendska venjaranum í ár, og vit eru sera fegin um, at tað fer hann eisini at gera næsta ár.
Sum leikari var hann kendur sum maðurin við gylta vinstrafótinum. Hann byrjaði sína yrkisleið í TB, men skifti í 2004 til HB og bleiv hjá okkum í fimm ár. Tilsamans hevur hann spælt 129 dystir í bestu deildini og skorað 19 mál. Seinastu tvey árini hevur hann so verið hjálparvenjari í felagnum, fyrst hjá Sigfríða Clementsen í fjør og so hjá Heimiri í ár.
Hann veit, hvat krevst fyri at blíva føroyameistari, tí hann royndi tað heili tríggjar ferðir sum spælari, í 2004, 2006 og 2009. Og so í fjør sum hjálparvenjari!
Vit gleða okkum til næsta kappingarár við Heimiri og Rasmusi á odda.