Jákup á Borg verður av mongum mettur at vera millum teir bestu spælararnar, sum vit hava hava havt í føroyskum fótbólti. Og serliga um vit taka tey seinastu 25 árini. Hóast hann verður sæddur sum ímyndin av tí modernaða B36, notu vit eisini gott av hansara evnum í árunum 2004-2008. Og fyri hann sum ítróttarmann, kappingarmenniskja og ikki minst havnamann, eru dystirnir millum HB og B36 tað allar størsta.
– Bæði sum spælari og venjari vóru hetta dystirnir, sum man gleddi seg mest til. Sambandið millum feløgini er nakað heilt serligt. Vit eru kappingarneytar, og berjast um at hava rættin av háða. Serliga dagarnar aftaná dystirnar. Vit deila vøll, og ganga forbí hvønn annan næstan hvønn einasta dag. Og mánadagin eftir grannauppgerðina, hevur tað serligan týdning at vera tann, ið kann smíla og spenna bringuna fram. Man kann siga, at vit kempa um stoltleikan at vera FELAGIÐ í Havn.
Týdningarmikið við rivalisering
Eins og fyri spælararnar, hevur hesin dysturin nógv at siga fyri okkum fjepparar. Prátið gongur, og tónin kann til tíðir verða harður. Starvsfelagar arga og prika, bæði dagarnar undan, og ikki minst eftir. Og vit hava eisini hoyrt dømi, har familjulimir ikki tosa við hvønn annan. Rivaliseringin er nokk størri millum eldri fjeppararnar í báðum legum, men Jákup ger sítt fyri at hetta skal liva víðari.
– Eg havi altíð roynt at prenta niður í allar spælararnar, at hetta er tað størsta, vit uppliva í føroyskum fótbólti. Flestu av okkum kennast væl, men meðan dysturin er, leggja vit vinabondini á hillina, og fara í kríggj. High-five og klemm hoyra ikki heima í hesum dystunum, sigur Jákup avgjørdur.
Minnist sjáldan smálutirnar
Nógvar minniligar løtur hava verið millum feløgini, men sjálvur sigur Jákup, at hann gloymir rættuliga skjótt smálutirnar. Men tá hann hugsar seg um, eru serliga tríggjar løtur, sum renna honum í huga.
– Eg minnist væl mítt fyrsta mál í grannauppgerðini. Tað var í 1996, og eg var bert 16-ára gamal. Sum B36ari at skora ímóti HB er stórt. Og at skora ímóti Kaj Leo, gjørdi tað bara enn størri.
– Sjálvandi minnist eg eisini mína fyrstu grannauppgerð fyri HB. Hetta var í 2004, og tað at eg skifti frá B36 til HB gekk ikki stillisliga fyri seg. Beint eftir at eg skifti til HB, bleiv eg útleigaður til OB, har eg var í 4 mánaðar. Og tá eg kom heim aftur, var mín fyrsti dystur í HB-troyggjuni sjálvandi ímóti B36. Tá høvdu nakrir ungir B36arar sett seg í bygdaskýlið, har teir sótu við einum stórum bannara við skriftini “Judas á Borg”. Eg legði merki til tað, men tað nervaði ikki meg tað stóra. Dystin vunnu vit 5-2.
– Eg kann heldur ikki koma uttan um árið 2006. Tað vóru fleiri ókendir faktorar á HB-liðnum, og vit vistu ikki rættuliga, hvussu árið fór at vera. Vit spældu við í toppinum, men EB/Streymur hevði hug at renna avstað. Og fyri at gera ilt verri, taptu vit heili 6-0 ímóti B36 miðskeiðis í kappingini. Aftaná dystin hevði eg eina avtalu við kenda tíðindamannin, Andy Mitten, um at vit skuldu gera eina samrøðu niðri í Café Natúr, men skommin var ov stór, og møtti slett ikki upp. Kappingarárið endaði tó væl, og vit vunnu føroyameistaraheitið, í tí mesta dramatiska endanum nakrantíð. Tað feitasta meistaraheitið
Dramatiski endin Jákup tosar um, var tá meistaraheitið ikki bleiv avgjørt fyrr enn í síðsta minutti í síðsta umfarinum. Tá tað restaðu 5 umfør, lógu vit á 3. plássi. Tvey stig aftanfyri B36, og sjey stig aftanfyri oddaliðið EB/Streym. Men ein fantastiskur endaspurtur frá okkum, samstundis sum at hini bæði snávaðu, gjørdi at vit at enda stóðu sum føroyameistarar. Avgerðandi málið bleiv ikki skotið fyrr enn í 89’inda minutti í 27. umfari.