Heri tvey ár afturat

Vit byrjaðu í vinstru, men gera nú eitt síðuskift í hitt borðið, tí Heri hevur eisini longt sáttmálan við HB, so at hann nú er galdandi til og við 2022.

Heri er uppvaksin í HB, og burtursæð frá einum árið í AB, hevur hann altíð spælt í reyðum og svørtum. Og síðani hann kom aftur, tykist hann bara gerast betri og betri fyri hvørja viku.

– Hetta er tað besta staðið eg kann menna meg sum leikara. Alt er væl skipað við trimum fulltíðarvenjarum. Hetta er tað rætta fyri meg, og so er hetta sjálvandi mítt barndómsfelag, sum eg brenni fyri. At fáa møguleikan at leingja sáttmálan við tveimum árum, er nakað sum eg takkaði ja til beinanvegin, sigur Heri.

Sama dag sum Berthel undirskrivaði sáttmála við HB, kom Heri aftur av Argjum. Og hetta er ein leikari sum Berthel sær stórar møguleikar í, og sigur um sáttmálan:

– Heri er føddur HBari, sum var ein stuttan túr á Argjum, har hann veruliga fekk ment seg, og fekk nógva spælitíð. Síðani hann kom aftur, hevur hann veruliga víst at hann er klárur at spæla fyri HB, og hevur ment seg enn meira tað síðsta árið. Tað verður spennandi at fylgja honum víðari, og hann hevur prógvað at hann er framtíðarinnar leikari í HB. Mong hava verið bilsin av at hann hevur spælt so væl, men vit hava allatíð kent hansara dygdir.

Nú bæði Heri og Daniel hava undirskrivað sáttmálar galdandi næstu árini, eru fyrireikingarnar til komandi ár longu byrjaðar, og vit kunnu vænta at aðrir sáttmálar koma uppá pláss komandi vikurnar.