Ársins leikari í 2021 nú klárur at spæla aftur, og hevur undirskrivað sáttmála fyri restina hesum kappingarárinum.
Eftir at hava verið flúgvandi í 2021, var kappingarárið 2022 heldur misjavnt hjá Hera. Hann var so óheppin at bróta fótin tvær ferð, og sat tí uttanfyri ein stóran part av kappingini. Tá kappingarárið var liðugt, hevði Heri eitt ynski um at sleppa at royna seg uttanlands. Hann var til royndarvenjing í danska felagnum Næstved, men har var hann aftur óheppin, og breyt fótin fyri triðju ferð.
Síðani tá hevur hann arbeitt hart fyri at gerast klárur aftur, og 4. mai var hann fyri fyrstu ferð á vøllinum tá hann spældi ein góðan tíma við 1. deild, í 5-0 sigrinum á NSÍ. Og nú er hann tøkur til Betri-liðið, og hevur undirskrivað sáttmála galdandi restina av kappingarárinum.
Hóast eitt heldur óheppið 2022, hevur Heri ikki mist mótið. Heldur tvørturímóti.
– Fóturin hevur tað gott, og er sterkari nú, enn hann var áðrenn. Og eg eri til reiðar at taka dystin upp, og berjast fyri at fáa pláss á liðnum. Kappingin er hørð, men soleiðis skal tað vera her, og tað motiverar meg enn meira. Eg havi vant við eina tíð, so formurin er í lagi, sigur Heri.
Dysturin ímóti NSÍ í 1. deild var fyrsti dystur hjá Hera í meira enn eitt hálvt ár.
Heri er skrásettur fyri 109 dystir á okkara besta liðið, har av 91 í Betri deildini. So møguleiki er fyri, at Heri verður innlimaður í Klubb 100 í ár.
Hagtøl: FaroeSoccer