Nú venjarin er komin uppá pláss, kunnu vit avdúka enn eina tilgongd á leikarasíðuni. Eftir eitt ár á Argjum, kemur Heri H. Mohr heim aftur í Gundadal. Her kenna vit hann mest sum ein kvikan vongspælara. Eftir avmarkaða spælitíð í 2018, valdi Heri at skifta til AB. Og fyri hann og AB, má hetta sigast at vera ein skilagóð avgerð, tí hann spældi allar dystirnar á tamb, í júst farna kappingarárið. Umframt at spæla á vonginum, gjørdi hann seg eisini galdandi á bakkinum.
Tað verður tí ein sterkari og royndari Heri, ið nú kemur heim aftur til barndómsfelagið. Fleiri av okkara leikarum hava roynt seg á Argjum, fyri síðani at koma heim aftur.
Vit bjóða Hera vælkomnan heim, og gleða okkum at síggja hann spurta upp og niður eftir síðulinjuni, í teimum røttu litunum.