Høvuðsvenjari okkara, Heimir Guðjónsson, hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá HB tá kappingarárið endar. Heimir fer heimaftur til Íslands til nýggjar avbjóðingar.
Vit í HB hava tikið avgerð hansara til eftirtektar og vilja fegin takka Heimir fyri hesi bæði árini og tann megnar innsats, sum hann hevur gjørt fyri at menna okkara leikarar, styrkja okkara venjingarumhvørvi og lyft okkum sum fótbóltsfelag. Ikki minst takk fyri at hava leitt okkum til meistaraheitið í fjør og tryggja okkum Løgmanssteypið í ár.
Heimir Guðjónsson sigur sjálvur, at hann hevur verið sera fegin um góðu móttøkuna her og at hava fingið høvi til at verið ein partur av einum vælvirkandi føroyskum fótbóltsfelagi.
Vit í HB eru longu farin undir arbeiðið at seta ein nýggjan venjara fyri okkara Betri-lið hjá monnum, og leggja dent á at finna ein, sum kann halda fram við tí góða arbeiðnum, sum Heimir Guðjónsson hevur gjørt og sum framhaldandi skal tryggja okkum fótbóltsspæl á høgum støði.