Miðvallarin hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, galdandi til og við 2025.
Heðin spældi fyrstu ferð við HB í 2017. Síðani var hann hann aftur í Víkingi fram til 2020, tá hann vendi nøsina aftur í Gundadal.
Higartil er tað blivið til 128 dystir á besta liðnum, og tað fara uttan iva at leggjast fleiri afturat hesum, nú hann verður verandi í Gundadali í minst tvey ár afturat.
Hagtøl: FaroeSoccer