Heðin verður verandi reyður og svartur eina løtu afturat. Hetta er greitt, eftir at hann hevur sett undirskriftina á ein nýggjan sáttmála, sum bindur hann til kappingarlok 2023.
– Tá eg kom aftur til HB áðrenn kappingarbyrjan í fjør, var hópurin ógvuliga smalur. Allir máttu arbeiða fyri hvørjum øðrum, og tað var skjótt greitt, at vit allir hóskaðu væl saman, umframt at vit stríddust fyri hvørjum øðrum. Allir hóska væl saman, og tað ger at man trívist væl, sigur hann.
Tók av beinanvegin
Hann bleiv beinanvegin ein týðandi leikari á liðnum, og hóast hópurin bara er blivin størri síðani tá, hevur Heðin enn ein týðandi leiklut á liðnum.
– Tað fyrsta eg og Berthel tosaðu um tá, var at um eg skuldi taka tað næsta stigið í karrieruni, var tað við at vera síðsta útkall. Eg setti mær sum mál, at eg skuldi gerast ein týðandi leikari, bæði hjá HB og í føroyskum fótbólti.
Og sigast má at tað málið er rokkið, tí umframt at vera ein av stuðulsleikarunum hjá okkum, hevur Heðin eisini vunnið sær pláss í landsliðshópinum, og fekk sínar fyrstu minuttir á landsliðnum í oktober í fjør, tá hann bleiv skiftur inn í venjingardystinum ímóti Danmark. Síðani tá er tað blivið til fýra landsdystir afturat.
Hevur ætlanir um meira
Hóast nøkur mál eru rokkin, hevur Heðin sett sær nýggj mál. Og eftir at hava vunnið greipuna í fjør, hungrar hann eftir meira.
– HB er eitt felag sum vil vinna, og eg eri ein leikari sum vil vinna. Okkara ambitiónar hóska væl saman, og eg síggi meg ikki spæla nakra aðrastaðni enn her, sigur Heðin at enda.
Ssambært FaroeSoccer er tað higartil blivið til 55 dystir og 4 mál í reyðum og svørtum, og við nýggja sáttmálanum, fer uttan iva at leggjast afturat við dystum og málum.