Havnar Bóltfelag hevur í kvøld gjørt sáttmála við enn ein ungan leikara. Talan er um 17-ára gamla miðvallaran Símun Sólheim, ið hoyrir til 2001-árgangin hjá felagnum. Símun er sera miðvísur og evnaríkur leikari, sum seinastu fimm árini hevur átt stóran leiklut í at vinna ikki færri enn 5 føroyameistaraheiti og 6 steypafinalur við ungdómsliðum hjá HB.
Símun hevur eisini spælt fleiri landsdystir við U15, U17 og U19 og var m.a. partur av U17-landsliðnum, sum í fjør megnaði at spæla seg fram til EM-endaspælið í Kroatia.
Meðan hann gekk á eftirskúla í Danmark, var Símun partur av U17-hópinum hjá Brøndby IF, og síðani hann í summar flutti heim aftur, hevur Símun vant við okkara Betri-hópi og spælt dystir við 1. deild, U21 og U17. Símun var soleiðis bæði við U17-liðnum, sum í ár gjørdist føroyameistari og við U21-liðnum, sum vann sera spennandi steypafinaluna móti EB/Streymi.
Hóast ungan aldur er sostatt talan um leikara við væl av fótbóltsroyndum, sum HB í kvøld hevur gjørt sáttmála við.