Hanus Sørensen, sum seinast hálva árið hevur verið leigaður úr Middelfart, flytur nú permanent heim aftur.
Leigusáttmálin gekk fram til 30. juni, men nú er avtala gjørd við Hanus um sáttmála fram til kappingarlok 2024.
Hóast hann hevur verið hjá okkum í eitt hálvt ár nú, ynskja vit honum vælkomnan heim. Einaferð afturat.