Hanus Sørensen verður aftur at síggja í Gundadali, eftir at vit hava gjørt leiguavtalu við felag hansara, Middelfart BK.
Sum 15-ára gamal fór Hanus, sum so mangir aðrir HBarar, til Danmarkar at royna eydnuna, tá boð vóru eftir honum í FC Midtjylland. Har spældi hann í fýra ár, og hevur vunnið Danmarksmeistaraheitið við ungdómsliðum hjá FCM.
Nú er hann so aftur í HB, har hann skal styrkja um hópin, serliga í teimum komandi europeisku avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.
– Eg eri glaður fyri at vera aftur í HB, og eg var ikki í iva, tá tað stóð mær í boði at fáa møguleikan í barndómsfelagnum. Tað eru serliga teir komandi dystirnir í Europa, sum eg haldi vera spennandi, sigur hann.
Hanus hevur sum nevnt fingið ein stóran part av sínum fótbóltsuppvøkstri í HB, og hevur eisini umboða Føroyar á fleiri U-landsliðum, og var m.a. ein av lyklaleikarunum á U17-landsliðnum, sum spældi seg víðari til EM-endaspælið í 2017.