Eftir ein longri landsliðssteðg, seta vit nú endaspurtin inn í kappingini um Løgmanssteypið.
Sunnudagin verður fyrra hálvfinalan ímóti NSÍ. Dystur verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 15.00. Hetta er sostatt ein endurtøka av hálvfinaluni í fjør. Tá var tó talan um bert ein dyst. Hann bleiv spældur á uttanveltaðum vølli í Klaksvík, har vit vunnu 3-1.
Í landskappingini hava vit haft gott tak á NSÍ í ár, har vit hava vunnið tveir, og spælt ein javnleik. Í fyrsta umfari vunnu vit 5-2. Tó var talan um ein javnari dyst, enn úrslitið vísur. Dysturin í Runavík endaði við javnleiki 0-0, meðan vit í 22. umfari settu tingini ruddiliga uppá pláss, og vunnu 4-0.
Atgongumerki til dystin kunnu keypast í nethandlinum.
Krav um koronupass
Fyri at sleppa inn á Tórsvøll krevst koronupass.
Vegleiðing um brúk av koronapassi:
Eitt gyldugt koronapass skal upfylla eina av hesum 6 treytum:
ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:
- lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
- koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.
Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:
- gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
- váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.
Føroyska talgilda koronupassið kann takast niður á telefonina á korona.fo.