Í kvøld kl. 19 verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið ímóti Víkingi. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 2-2, so alt er púra opið í kvøld.
Fyrra hálvfinalan hevði alt, sum ein slíkur dystur skal hava. Undirhald, spenning og drama. Víkingur kom á odda tá eitt gott korter var spælt, men 7 minuttir seinni javnaði Bartal. Sami Bartal kom aftur í fokus beint fyri hálvleik, tá hann rendi Víkinga-spælara umkoll í brotsteiginum. Brotsspark og reytt kort. Víkingur legði seg á odda 2-1, og mótbrekkan tóktist sera brøtt eina løtu.
Í hálvleikinum fekk liðið umskipað seg, og málið var bara at yvirliva, so at spenningur enn var í returdystinum. Tíggju minuttir inni í seinna hálvleik bleiv Víkinga-spælari vístur av vølli, og so var aftur javnt í tali á spælarum.
Liðið vísti góðan hugburð, og vit fingu eisini skapt nakrar møguleikar. Og fimm minuttir fyri leiklok bragdaði. Adrian legði eitt millimetur presist innlegg inn í brotsteigin, har Áki, millum tveir yvirvaksnar Víkingar, fekk høvdið á.
Í kvøld skal liðið finna tann góða hugburðin og stríðsandan fram aftur, um dreymurin um triðju steypafinaluna uppá fýra ár skal gerast til veruleika.
Dysturin byrjar á Tórsvølli kl. 19. Dana Cup bólkurin selur pylsur og annað gott, so tað er eingin orsøk til at halda seg heima. Liðið hevur tørv á øllum stuðli frá áskoðaraplássunum!
Mynd: portal.fo