Áhaldandi trupulleikar við skaða gera, at Gustav Kjeldsen gevst í felagnum, og flytur aftur til Danmarkar.
Samarbeiðið er steðgað í sátt og semju, og Gustav vildi fegin sleppa til Danmarkar, soleiðis at hann kann hugsavna seg um at gerast skaðafríur, og sleppa á vøllin aftur í næsta ár.
Tað var fyrrverandi venjarin, Kim Engstrøm, sum fekk Gustav til felagið, og lýsti hann sum ein klókan og rólingan fótbóltsspælara.
– Hann er ein róligur ”jyde”, sum hevur bæði beinini á jørðini, og er væl skúlaður í FC Midtjylland. Umframt at vera ein góður verjuspælari, er hann eisini ein góður fótbóltsspælari, sum er bæði kvikur og góður á bóltinum. Og hann kemur inn á eitt pláss, har vit hava verið eitt sindur sárbærir, segði Kim Engstrøm tá.
Hann beit seg beinanvegin fastan á liðið, og spældi teir fyrstu fýra dystirnar frá byrjan. Í fimta umfarið sat hann uttanfyri vegna leikbann, men var longu aftur millum teir fyrstu 11 vikuna eftir.
Í dystinum ímóti 07 Vestur 1. mai fekk hann ein skaða, sum seinni vísti seg at vera so álvarsligur, at hann ikki var at síggja aftur á vøllinum fyrr enn 4. september. Hóast hann spældi aftur vikuna eftir, hevur tað víst seg, at hann ikki er komin heilt yvir skaðan. Og tá útlitini fyri at hann spælir aftur hetta kappingarárið eru smá, eru partarnir komnir ásamt um at enda samstarvið, so Gustav kann flyta aftur til Danmarkar alt fyri eitt.
Tað bleiv tilsamans til 10 dystir í reyð/svørtu troyggjuni og 1 mál. Hetta málið kom í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið ímóti FC Suðuroy.
Vit takka Gustav fyri tíðina í Gundadali, ynskja honum góðan bata og alt tað besta í framtíðini.
Hagtøl: FaroeSoccer.com
Mynd: portal.fo