Grannauppgerð í fjórðingsfinaluni

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið var í 3-2 í kvøld, og liðið, sum bleiv parað við okkum, vóru grannarnir av Argjum. Dysturin verður í Gundadali mikudagin 18. mai.

Liðini hava hitst einaferð í ár, og tað var í fyrsta umfari í Betri deildini, tá vit vunnu 3-1 á Argjum.

Mynd: portal.fo