Gamal kenningur aftur í Gundadali

Komandi kappingarár verður Heðin Hansen aftur at síggja í Gundadali. Í fyrru hálvu í 2017 spældi Heðin 15 dystir í reyðum og svørtum, áðrenn hann fór aftur til Víking.

Heðin verður lýstur sum ein arbeiðssamur miðvallari. Hann hevur spælt 163 dystir í bestu deildini umframt bæði steypa- og europeiskar dystir fyri Víking. So her er talan um ein royndan leikara.

Hví Heðin hevur valt júst HB, sigur hann at tað er tað natúrliga valið, nú hann er búsitandi í Havn saman við familjuni. Og so er HB heldur ikki heilt ókent fyri hann. Um komandi kappingarár sigur Heðin seg vóna, at vit vera við í toppstríðnum og gera ein vørr í Europa.

Við bjóða Heðini vælkomnan aftur í reytt og svart.