Fyrst var tað arbeiðsloyvið, og nú er tað ein skaði, sum ger, at tað gongur ein løta, áðrenn vit síggja Emmanuel aftur á vøllinum.
Tað var í 8. umfari ímóti B36, at vit sóu Emmanuel á vøllinum fyri fyrstu ferð. Kviki vongurin vísti góðar taktir, og var eyðsýndur í álopspartinum. Í seinna hálvleiki fekk hann eina heldur óhepna takkling, sum gjørdi, at hann mátti lata seg skifta út.
Hóast hann var aftur á vøllinum í nakrar minuttir í síðstu viku, merkti hann enn nakað til skaðan. Og vit mugu tíverri staðfesta, at talan er um eitt brot á skinnabeinið, og tí verður hann ikki tøkur komandi vikurnar. Fyrsta metingin er, at hann verður aftur á venjingarvøllinum fyrst í august mánað.
Vit ynska Emmanuel góðan bata og gleða okkum at síggja hann á vøllinum aftur.