Ein góð føðingardagsgáva

Á sjálvum 120-ára føðingardegnum hava tríggir av heilt stóru profilunum á Betri-liðnum við monnum longt sáttmálarnar.

Teitur tekur sítt 15. kappingarár í HB. Fyrr í ár setti hann met sum tann spælarin við flest dystum fyri HB. Hann hevur verið liðskipari seinastu mongu árini, og týdningurin, hann hevur fyri liðið og felagið, kann ikki undirstrikast nóg ofta.

Áki er okkara toppskjútti í ár, og nógv av tí offensiva spælinum er farið ígjøgnum hann. Evnini hava altíð verið eyðsýnd, og í ár hevur hann veruliga tikið ábyrgd og fylt tómrúmið eftir Adrian, sum á fleiri ár var okkara framrættaði snúningsdepil.

Síðsti maðurin, sum setti undirskriftina á 8-síðurs skjalið í dag, var Mathias. Hann kom úr 07 Vestur áðrenn hetta kappingarárið, og hevur víst seg at vera ein sannur fongur. Hansara arbeiðsinnsatsur liggur ongantíð eftir, og við sínari ferð, er hann ein støðug hóttan fram eftir vøllinum.

Við hesum undirskriftunum byrjar hópurin so smátt at taka skap til komandi kappingarár.