Hans á Lag var í mong ár ein sannur verjuskansi á okkara besta liðið. Og ikki nokk við at hann helt mótstøðuni frá at skora, so dugdi hann eisini at skjóta mál í hinum endanum. Ikki færri enn 43 mál skeyt hann í tilsamans 285 dystum, sambært FaroeSoccer. Hetta svarar til eitt mál fyri hvønn 7. dyst. Og tað er væl at merkja sum miðverji. Í 2005 var hann enntá toppskjútti hjá okkum í landskappingini við 11 málum.
Hann var ein spælari sum altíð gav seg fult út, og hann minnist eisini aftur á grannauppgerðirnar ímóti B36, sum nakað heilt serligt.
– Í míni tíð sum leikari havi eg upplivað dystir millum HB og B36, sum ein dyst millum tað góða og tað ónda. Og tað má nokk vera eitt aðalmál í lívinum hjá øllum verum við einari tilvitan at kempa fyri tí góða.
– Kærleiki er eitt áhugavert fyribrigdi at hugleiða um. Og sum vælmeinandi stóribeiggi, mást tú vísa og geva “tough love”, tá lítlibeiggi gongur og melur við einari sjálvsfatan, sum ikki sæst aftur í teimum almennu hagtølunum og steypaskápunum.
Ætlaði sær til B36
Hóast Hans í dag er ein ímynd av einum røttum HBara, kundi tað verði øðrvísi, um ikki tað fyri pápa hansara. Tí eftir eina venjing hevði hann tikið avgerð um at skifta felag. Men tíbetur vísti pápi hansara hvar skápið skuldi standa.
– Eg minnist aftur á eina hending sum lítil piltur. Eg kom keddur heim frá venjing eftir eina ósemju við ein venjara. Tá segði eg við pápa mín, at eg fór at spæla við B36. Tá fekk eg tað gløgga og tað einasta rætta svarið: “Tað sleppur tú ikki”.
Ein serlig løta
Hans hevur spælt fleiri harðar og intensar grannauppgerðir. Og hóast onkur søtur sigur má teljast millum hesar, er tað serliga ein lítil hending, ið hann minnist best.
– Mítt hæddarpunkt í øllum teimum dystunum sum eg fekk og tók, var á várið 2007 tá Jákup á Borg rópti í hálvleikinum: “Hasar helvitis pingvinirnar nytta ikki ein lort”, sigur Hans smílandi at enda.