– Eg vil vinna við góðum spæli

Í síðstu viku var Kim Engstrøm kunngjørdur sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum. Hann er 42-ára gamal, er úr Odense, og hevur verið fótbóltsvenjari síðstu 12 árini. Fyrst í Vejle, og síðani í OB. Í Vejle var hann venjari hjá U17 og U19, umframt at hann var hjálparvenjari hjá besta mansliðnum eitt tíðarskeið. Í OB hevur hann verið U19-venjari, har hann førdi liðið til danska meistaraheitið í 2020.

Tíðin búgvin

Og eftir meira enn 5 ár sum ungdómsvenjari í OB, er hann nú til reiðar at taka við avbjóðingini sum høvuðsvenjari. Men hvussu klárar hann so skiftið frá U19 til vaksnamannafótbólt.

– Í Danmark er U19-kappingin lopfjølin til vaksnamannafótbólt. So fyri meg er tað heilt natúrligt at taka hetta stigið. Eg havi altíð haft mál um at gerast høvuðsvenjari, og nú var tíðin búgvin. Og tá eg nú fekk hendan møguleikan, kundi eg ikki siga nei.

– Eg haldi at hetta passar væl til mín. Felagið er spennandi, og tað eru nógvir møguleikar í hesum hópinum. HB vil altíð spæla við um meistaraheitið, og tað vil eg eisini.

At flyta til eitt nýtt land, og til eina aðra fótbóltsmentan, kann vera avbjóðandi. Sjálvur sær Kim ikki tær stóru forðingarnar í hesum. Tí hóast hann ikki hevur virkað í føroyskum fótbólti fyrr, hevur hann kunnleika til føroyskan fótbólt.

– Nakrir av spælarunum hava roynt seg í donskum fótbólti, og onkur hevur verið í somu feløgum, sum eg havi verið í. Aðrar havi eg haft sum mótstøðumenn, og tí kenni eg eitt sindur til nakrar av leikarunum. Eg havi fyrireikað meg so væl sum gjørligt, og havi sæð fleiri dystir hjá HB. Men vit leita eftir einum hjálparvenjara, sum kennir til øll viðurskiftini í føroyskum fótbólti.

Vil vinna við góðum fótbóltsspæli

Tað er eingin loyna, at HB-fjepparar eru kræsnir, og seta krøv. Krøv um bæði sigrar og undirhald. Og tað er Kim greiður yvir. Trýstið er ikki nakað sum nervar hann. Heldur tvørturímóti.

– Eg veit at kravið er at vinna. Um eg skal siga tað heilt stutt, so eru tað í síðsta enda úrslitini, sum avgerða lagnuna hjá venjaranum. Men HB-fjepparar krevja meira. Teir krevja at vinna við góðum spæli.

– Mín spælistílur hóskar væl til tað, sum felagið og fjeppararnir vilja síggja. Fyri meg snýr tað seg um at hava tamarhald á dystinum. Og tað gera vit best við at hava bóltin. Eg vil spæla álopssinnaðan fótbólt við høgari leikferð. Eg veit at fleiri av mótstøðuliðunum standa nógv í verjustøðu, og tí snýr tað sum at spæla skjótan og tekniskan fótbólt fyri at bróta tey niður. Eg havi sæð nakrar av dystunum í fjør, og hesin hópurin hóskar væl til tann spælistílin eg vil spæla.

Fótbóltur er eitt spæl við kenslum. Og kenslurnar koma fram á ymsar mátar. Men hvussu kunnu vit vænta at síggja Kim á síðulinjuni?

– Eg eri lívligur á síðulinjuni, men ikki ein sum stendur og rópar og veipar við ørmunum. Men eg vísi kenslur. Tær kenslur, sum eru natúrligar í fótbólti. Eg leiði dystin, men tað er ikki so at spælararnir ikki skulu taka ábyrgd og hugsa sjálvir.

HBarar í venjaratoymið

Í dag síggja vit ofta at venjarar koma við einum heilum toymi í viðførinum. Men soleiðis verður ikki við Kim. Í fyrstu atløgu kemur hann einsamallur, og skal saman við felagnum fylla tey síðstu plássini í venjaratoyminum.

– Arbeiði við at finna ein hjálparvenjara er í gongd. Eg havi sagt við felagið, at eg fegin vil hava ein føroyskan hjálparvenjara. Tí tað er ein fyrimunur, um eg havi ein hjálparvenjara, sum kennir til allar smálutirnar í føroysku kappingini.

– So man kann siga, at tað er eitt nýtt toymi sum skal setast saman. Helmand er tann einasti sum er eftir frá í fjør. Fyri meg snýr tað seg um at seta rætta toymið. Eitt toymið, sum kann lyfta liðið í felag. Tað er ikki óhugsandi, at ein partur av venjaratoyminum longu er at finna í felagnum. Tí tað er eisini týdningarmikið, at toymið hevur HB DNA.

Tá vit spyrja hann, um hann hevur ætlanir at styrkja um leikarahópin, sigur hann, at hann fyrst vil hyggja eftir tilfeinginum, sum er í felagnum.

– Eins og við venjaratoyminum, so er tað týdningarmikið, at vit hava spælarar við HB DNA. Her er eingin størri enn felagið, og tað er nakað sum eg taki fult undir við. Áðrenn vit fara út eftir øðrum leikarum, hyggja vit innanhýsis í felagnum. Liðið er sterkt, og næstan allir hava verið úttiknir til A- ella U21-landsliðið.

– Breiddin skal styrkjast, men her hyggja vit sum sagt fyrst innanhýsis í felagnum. Tí fyri okkum er tað týdningarmiklasta at teir vilja HB.

Skulu ikki ræðast útlendsk feløg

Millum ár og dag hava vit uppalt fleiri góðar spælarar, sum hava roynt eydnuna uttanlands. Og hetta skulu vit framhaldandi gera. Og hóast ávísir miðlar og sjálvútnevndir serfrøðingar vilja tað øðrvísi, so eiga vit lut í einum stórum parti av teimum, sum hava eydnast uttanfyri landoddarnar.

– Vit skulu ikki vera bangin fyri at missa leikarar til útlendsk feløg, sum spæla á hægri stigið. Og felagið stendur ikki í vegin, um ein leikari vil royna seg uttanlands. Fyri felagið er tað eitt herðaklapp, at vit kunnu uppala slíkar leikarar. Og teir sum fara avstað, skulu altíð hava kensluna av at teir eru vælkomnir aftur.

Fegnast um móttøkuna

Hóast hann bert hevur verið her í fáar dagar, følir hann seg longu heima.

– Eg havi fingið eina fantastiska móttøku. Her er ein rúgva av fólki, sum standa klár at hjálpa. Eg merki veruliga, at hesi brenna fyri HB, og vilja felagnum alt tað besta. Hetta eggjar eisini mær at fáa tað besta burturúr. Tí hóast Betri-liðini eru flaggskipið hjá felagum, so standa vit á berum, um ikki tað er fyri tey fólkini, sum hvønn dag leggja lív og sál í felagið. Og í síðsta enda eru tað tey, sum skulu vera nøgd við okkara avrik, sigur Kim at enda.

Kim og liðið eru longu farnir til verka, og fyrsti venjingardysturin bleiv spældur farna leygardag. Tá vóru okkara menn á Toftum, og vunnu 4-2. Umframt at liðið til tíðir vísti gott avrik, var eisini hugaligt at síggja, at nakrir av okkara blaðungu leikarum fingu møguleikan. Brøðurnir Djóni og Jónas Samuelsen komu á vøllin, og fylgdu sostatt í fótafetunum hjá eldra beiggjanum Áka. Harumframt slapp Baldur Niclasen eisini at royna seg.

Næsti møguleiki at síggja Kim, og hansara menn, er komandi sunnudag kl. 15. Tá spæla vit 2. umfar av venjingarkappingini VFF Cup. Tann dysturin verður spældur á Skála.