Tað sigur Pætur J. Petersen, nú hann hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við HB. Skálvíkingurin kom til undan hesum kappingarárinum úr EB/Streymi, og steðgurin verður í hvussu er eitt ár afturat. Í 2019 spældi hann tilsamans 34 dystir, og skoraði 8 mál.
Pætur hevur royndarvant uttanlands í vetur, og hugsaði seg væl um, áðrenn hann tók tað endaligu avgerðina um hvar hann skuldi spæla í 2020.
– Eg føli meg heima í HB, og valið stóð millum at halda fram her, ella at royna meg uttanlands. Eg hevði eitt gott prát við Berthel, og mátin hann vil hava okkum at spæla, passar væl til mín egna spælistíl. HB er í einari professionellari tilgongd, og tað vil eg gjarna verða ein partur av.
– Persónliga vil eg lyfta mítt spæl á eitt hægri støði, og gerast ein týdningarmikil brikkur í offensiva spælinum. Eg vil geva mítt íkast til at vit kunnu spæla við, har tað er stuttligt. Stutt sagt, eg vil undirhalda fjøldina, leggur hann afturat.
Harvið er enn ein leikari komin uppá pláss, og hópurin til komandi kappingarár er við at taka skap. Vit ynskja Pæturi til lukku við nýggja sáttmálanum.