Mánadagin bleiv Dalibor Savic settur sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum. Men hvør er Dalibor, ella Dali, sum hann verður nevndur?
– Eg eri føddur í Stokholm í 1979, har eg eisini eri uppvaksin. Foreldur míni eru úr Serbia, og eg eri giftur við serbiskari kvinnu, og eigi eina 6-ára gamlar dóttur. Fótbóltur hevur altíð verið ein partur av mínum lívi.
– Eg havi arbeitt í feløgum í trimum teimum ovastu deildunum í Svøríki, Allsvenskan, Superettan og 1. Division. Eg havi verið talentmennari í 12 ár. 8 ár í Djurgården, sum er eitt av størstu feløgunum í Svøríki, og 4 ár í Brommapojkarna. Fleiri av teimum leikarunum, sum eg havi haft um hendi, spæla í dag á svenska A-landsliðnum og í feløgum runt um í Europa. Harumframt havi eg verið hjálparvenjari hjá Brommapojkarna og høvuðsvenjari hjá Vasalund og Dalkurd.
– Sum sagt, so hevur fótbólturin altíð verið ein partur av mínum lívið, og eg eri glaður fyri at sleppa at liva av at gera tað sum eg elski.
Yvir 20 ár í svenskum fótbólti
Dali hevur arbeitt í svenskum fótbólti í yvir 20 ár, so tað er ein maður við royndum og vitan, sum nú kemur til Føroyar.
– Eftir 20 ár í svenskum fótbólti, havi eg tørv á nýggjum avbjóðingum og íblástri. Føroyar og HB eru spennandi fyri meg, tí her sleppi eg at vera partur av einum toppfelagi í einum øðrum landi. At koma til eitt nýtt land, og vera partur av størsta og mest vinnandi felagnum í tí landinum, er nakað sum er lokkandi fyri meg.
Er komin fyri at arbeiða – ikki ferðast
Nógvir útlendskir venjarar og spælarar hava verið í Føroyum. Nógvir hava sligið til, men fleiri hava so sanniliga undirmett føroyskan fótbólt, og hava verið meira sum ferðafólk, heldur enn fótbóltsspælarar og -venjarar. Men so er ikki við Dali.
– Uppgávan skal ikki undirmetast, og eg seti stór krøv til mín sjálvan. Eg eri her, tí at eg vil vinna. Eg eri her, tí at eg vil menna spælarar, sum kunnu taka næsta stigið á yrkisleiðini. Eg eri komin her fyri at arbeiða, og ikki sum ferðafólk.
Skal endurreisa vinnarahugburðin
Tað er eingin loyna at fyrsti triðingurin hevur verið alt annað enn nøktandi fyri okkara felag, og tað er orsøkin til at vit nú skifta venjara. Vónin er at Dali kann lyfta spælararnar, so at teir kunnu avrika tað, sum vit øll vita at teir eru førir fyri.
– Nevndin hevur víst á nøkur ting, sum skulu broytast. Tað eru fortreytirnar eg fyrst og fremst arbeiði undir. Men eitt felag sum HB skal altíð spæla fyri at vinna fótbóltsdystir, og eigur at hava sum mál at vinna hvønn einasta. Men tað skal gerast við samleikanum hjá HB, har vit skulu vera ágrýtnir og áleypandi. Hugburðurin skal vera, at vit altíð fara inn fyri at vinna.
– Vit skulu skapa dystirnar út frá egnum fortreytum, og ikki bara dúva uppá mistøk hjá mótstøðuliðunum. Men tað snýr seg ikki bara um føgur orð. Tað snýr seg um at vísa tað í verki.
– Avbjóðingin, tá man kemur inn mitt í einum kappingarárið, er at man hevur stutta tíð at venda gongdini. Eg skal uppbyggja sjálvsálitið og vinnarakensluna hjá spælarunum aftur. Tað er tann størsta avbjóðingin.
Ert tú ein lívligur venjari á síðulinjuni?
– Bæði og. Eg havi verið á leikvøllum uttan áskoðarar, og tá hoyrist eg. Sjálvandi livir man seg inn í dystirnar, men eg haldi at tað er týdningarmiklari at vera greiður í sínum ætlanum í venjingunum fram ímóti dystunum. Tí um eg havi verið nóg greiður til venjing, minni tørv havi eg at rópa á síðulinjuni, sigur Dali at enda.
Mikukvøldið stóð Dali fyri fyrstu ferð á odda fyri liðnum, tá vit vunnu 2-1 á AB í kappingini um Løgmanssteypið. Næsta avbjóðingin verður sunnudagin, tá vit á heimavølli taka ímóti 07 Vestur.
Mynd: portal.fo