Vit hava gjørt sáttmála við 24-ára gamla miðvallaran Mathias Nygaard. Mathias kemur úr danska felagnum FC Fredericia, ið liggur á øðrum plássi í næstbestu donsku deildini, Nordic Bet Ligaen.
Tað er ein stórur og sterkur maður, ið kemur inn á miðjuna, sigur høvuðsvenjari okkara:
– Mathias er ein sterkur og ágrýtin miðvallari. Við sínum 193 cm er hann eisini sterkur í luftini. Hóast hæddina, er hann dugnaligur við bóltinum, og flytir seg væl runt á vøllinum. Hann hevur nakrar leiðara eginleikar, har hann samskiftir nógv við hinar leikararnar. Hann tekur ábyrgd, og gongur á odda.
– Harumframt er hann ein leikari, ið kann mennast enn meira, tá hann bæði arbeiðir hart, og er fúsur at læra enn meira, leggur Berthel afturat.
Mathias hevur vant við hópinum seinastu dagarnar, og báðir partar eru nøgdir við tað sum teir hava sæð. Avtalan við Mathias er galdandi til og við 2020.
Vit bjóða honum vælkomnum í reytt og svart.