Daniel Johansen verður framhaldandi at síggja í reyðum og svørtum, nú partarnir hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið. Ungi maðurin við vandamikla vinstrabeininum fer harvið í gongd við sítt 6. kappingarár sum partur av besta liðnum, har hann fekk sín fyrsta dyst í 2015. Higartil er tað blivið til 79 dystir og 3 mál. Harumframt hevur hann eisini spælt 4 U21-landsdystir.
Hann ger seg mest galdandi á vinstra bakki og á miðvøllinum. Í HB-húsinum kenna vit øll dygdirnar hjá Daniel, men um man skal tosa um hansara gjøgnumbrot, so kunnu vit ikki koma uttanum steypafinaluna, har hann, sum Símun tók til eftir dystin, ”spældi sum ein kongur”.
-At halda fram í HB var eitt lætt val at taka. Eg trívist væl í felagnum. Her eru góð og hjálpsom fólk rundan um. Felagsskapurin er størri enn aðrastaðni, og tí følir man seg heima her, sigur Daniel.
-Eg ætli at verða tann besta útgávan av mær, og eg veit, at nýggi venjarin kann hjálpa mær við tí. Og hvør veit? Kanska kann eg vera við til at vinna eitt ella tvey steyp á vegnum, leggur hann afturat, tá vit spyrja hvørjar persónligar ambitiónir hann hevur fyri 2020.
Vit ynskja Daniel til lukku við sáttmálanum.