Daniel Johansen hevur longt sáttmálan við HB til og við 2022.
Eftir at hava bankað uppá í longri tíð, hevur Daniel av álvara vunnið sær fast pláss á liðnum í ár, har hann er byrjaður inn á vinstra bakki í 14 av 15 landskappingardystum. Umframt hansara verjuskyldur, hevur hann ferð eftir ferð víst seg sum ein offensiv hóttan, og hevur higartil í ár skotið 3 mál og lagt upp til 7.
– Nú hevur tað gingið væl í ár, og tað er stuttligt at vera ein partur av. Eg føli at eg mennist allatíð, og Berthel hjálpir mær at blíva ein betri útgáva av mær sjálvum. Her er gott at vera, og tað gevur sjálvandi frið, tá man veit at framtíðin er uppá pláss, sigur Daniel í stuttari viðmerking.
Í fjør spældi Daniel á ymiskum plássum. Men Berthel hevur alltíð haft eina ætlan við honum, og fegnast sjálvsagt um at hann longu nú veit at Daniel verður ein partur av liðnum komandi ár.
– Hetta er ein gleðisdagur fyri okkum HBarar, nú Daniel hevur longt sáttmálan. Hann hevur ment seg ótrúliga nógv, bara tað stuttu tíð eg havi verið her. Hann er farin frá at vera inni og út av liðnum í fjør, til at hava funnið seg ordiliga tilrættis á liðnum í ár. Hann hevur tikið nøkur risafet, og er vorðin ein týdningarmikil partur av okkara spælið. Harumframt er hann dystaravgerðandi, bæði við sínum egnu avslutningum, men eisini við eini rúgvu av uppleggum. Hansara menniskjaligu eginleikar eru eisini sera týdningarmiklir. Eg gleði at sleppa at arbeiða meira saman við honum, og at menna hann til at taka næsta stigi á síni yrkisleið, leggur Berthel afturat.
Vit fegnast um at Daniel hevur valt at leingja sáttmálan við HB, og gleða okkum til at síggja enn meira til hansara vandamikla vinstrabein.