Daniel komin heim

Eftir at hava roynt seg í donskum fótbólti, er Daniel Johansen komin heim aftur til HB.

Daniel fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2015, tá hann bleiv skiftur inn í steypadysti ímóti Skála. Síðani tá er tað blivið til 181 dystir á besta liðnum, og nú leggjast í hvussu er nakrir afturat hesum talinum.

– Eg eri glaður um at vera komin heim aftur, og nú skal eg royna at spæla meg á liðið. Eg valdi at royna eydnuna í Fredericia, men tað var ikki tað rætta fyri meg. Fortreytirnar broyttust nógv frá eg undirskrivaði sáttmálan, til eg byrjaði í felagnum í januar.

– Dreymurin um at spæla fótbólt uttanlands er ikki sleptur, men tað skal vera tað rætta felagið við røttu umstøðunum.

Vit fegnast um at Daniel hevur valt at koma heim aftur til HB, og gleða okkum at síggja hann, og vandamikla vinstrabeinið, aftur í Gundadali.

Hagtøl: FaroeSoccer