Dan hevur brotið fótin

Tá ein góður hálvur tími var spældur ímóti Víkingi, varð Dan skiftur út við skaða. Hann fór haltandi av vøllinum, og boðini eru tíverri, at tað er eitt brot í høgra fóti.

Í fyrstu atløgu skal hann hava stuðulsstivla á fótinum í tvær vikur. Brotið skal hava tíð at lekjast, og fyrstu tíðina skal hann ikki venja við kontakt. Ilt er at seta tíð á nær hann verður á vøllinum aftur, men talan verður í hvussu er um nakrar vikur. Harvið missur hann í øllum førum Champions League dystirnar.

Vit ynskja Dan góðan bata, og vóna at síggja hann aftur á vøllinum skjótt, í einari sterkari útgávu.

Mynd: portal.fo