Betri menn eru júst byrjaðir uppá uttanduravenjingarnar til komandi kappingarár, og hópurin er nær við at vera uppá pláss. Umframt teir fýra nýggju, Mathias, Mads, Viljorm og Mikkel, tekur Dan eisini eitt tørn afturat í reyðum og svørtum.
Dan er upprunaliga úr B71, men spældi í nøkur ár á okkara U18-liðið. Eftir ein túr á Argjum og í Sundalagnum, kom hann aftur í Gundadal í 2018, og hevur síðani tá verið meira ella minni fastur maður á miðjuni, har tað higartil er blivið til 152 dystir og 29 mál á besta liðnum.
Umframt at vera ein av okkara lyklaleikarum, hevur Dan eisini verið inni í landsliðshitanum, har tað higartil er blivið til tríggjar landsdystir.
Dali er, sum vera man, sera glaður fyri at hava Dan tøkan í komandi kappingarárið.
– Eg eri sera fegin, um at Dan framhaldandi verður ein partur av okkara liðið.
– Hann er spælskiparin, sum kann stýra dystinum, og kann skapa vandamiklar støður. Eg eri eisini ovfarin av hansara defensiva arbeiði, tá tað kemur til at leggja trýst á mótstøðuliðið og at vinna bóltin. Eg haldi hann er tann besti spælarin á sínum plássi.
– Eg vóni, at Dan eisini verður partur av landsliðnum, tí eg haldi, at hansara dygdir er til tað. Men tað er í síðsta enda ein avgerð sum Håkan (Ericsson) skal taka, sigur Dali.
Hagtøl: FaroeSoccer