Dalibor Savic nýggjur høvuðsvenjari

Tað verður 42-ára gamli sviin Dalibor Savic, vanliga nevndur Dali, sum tekur við sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum restina av kappingarárinum.

Dali hevur royndir úr svenskum fótbólti, bæði sum hjálpar- og høvuðsvenjari.

Hann byrjar í starvinum í dag, og stendur á odda fyri liðnum í steypadystinum ímóti AB mikukvøldið.

Meira verður at frætta frá Dali seinni.