Tað var ein eitt sindur buldralig tíð, tá Dali tók við starvinum sum høvuðsvenjari. Kim Engstrøm var júst sagdur úr starvi, og Dali hevði bert fáar dagar, áðrenn hann bleiv tveittur fyri leyvurnar. Og hóast hann bleiv tveittur beint í tað, eydnaðist tað honum at stabilisera skútuna. Men hvussu var so koma til eitt fremmant land, og verða tveittur beint fyri leyvurnar?
– Fyrst og fremst hevur tað verið ein nýggj og spennandi avbjóðing. Eg havi notið tíðina, og tað er ein sonn fragd at arbeiða saman við øllum í felagnum. Tað, at tey vilja HB tað besta, eggjar meg enn meira. At síggja og hoyra hvussu nógv HB hevur at siga fyri fólkini her.
– Eg eri eisini sera glaður fyri samarbeiði við leikararnar, sum eg haldi vera evnaríkar, og sum kunnu gerast enn betri. Og sjálvandi kann eg ikki lata vera við at nevna venjaratoymið, sum eg havi tað tættasta sambandi við. So higartil hevur tað verið bæði spennandi og mennandi, og eg gleði meg til komandi tvey árini í HB.
Stutt eftir at Dali var settur sum høvuðsvenjari, fór fysiski venjarin, Helmand Hamid, av landinum, tá boð vóru eftir honum í HB Køge. Avloysar bleiv skjótt funnin í FC Nordsjælland, og fyribils avtala var gjørd við Petter Skogsletten, um at taka við starvinum tað sum var eftir av 2022. Skjótt sóu vit, at samstarvið millum Dali og Petter riggaði øgiliga væl, og tí var tað nærliggjandi at leingja samstarvið. Og Dali fegnast um, at Petter verður verandi.
– Eg eri ógvuliga fegin at hava Petter umborð á ferðini. Hann er ein stórur partur av tí, sum vit ætla okkum at náa í næsta ár. Hann er ein bæði ein góður fótbóltsvenjari, og ein góður kropsligur venjari. Og tann kombinatiónin er akkurát tað, sum vit hava tørv á. Nú fáa vit so allan uppstartin saman, og tað fer at gera liðið enn betri, og flyta okkum nærri okkara málum.
– Saman kunnu vit røkka málunum sum felagið vil vit skulu røkka.
Skal styrkja hópin
Tað er eingin loyna, at hópurin í fjør var í so tunnur. Eingin ivast í dygdunum hjá spælarunum, men tað hekk øgiliga nógv ábyrgd á teimum somu. Tí skal hópurin styrkjast til komandi kappingarár.
– Vit hyggja allatíð eftir spælarum. Spælarum, sum hóska til okkara spælistíl, og sum kunnu gera mun. Eg havi hugt eftir næstan øllum dystunum í Føroyum síðani eg kom, og tað eru fleiri góðir spælarar í Føroyum, sum í rætta umhvørvinum kunnu mennast enn meira.
– Eg havi tosað við nevndina um nakrar spælarar. Bæði í Føroyum og uttanlands. So okkurt spennandi er í væntu. Men sum sagt, tað skulu vera spælarar, sum hóska til okkara spælistíl, og kunnu styrkja um liðið.
– Higartil hava vit fingið Matthias Præst og Mads Borchers afturat, sum báðir vóru profilar á hvør sínum liðið. Her vilja vit menna teir enn meira, og eru ikki í iva um, at fara at gerast berandi spælarar á okkara liðið.
– Harumframt hava vit nakrar spennandi ungar leikarar á veg, sum sjálvandi sleppa at vísa seg fram á besta liðnum.
Skulu altíð spæla um steyp
Einki steyp kom til høldar í fjør, og Dali er greiður yvir, at tað ikki er nøktandi fyri eitt felag sum HB. So hann hevur sett sær heilt greið mál komandi ár.
Fyrst og fremst skal tað leggjast enn meira til tann spælistílin, sum eg vil hava. Eg eri ein álopssinnaður venjari, so eg vil, at vit skulu hava bóltin, og at vit skulu stýra spælinum og sjálvir skapa dystirnar. Og tá eg sigi, at vit skulu skapa dystirnar, meini eg, at vit ikki skulu vera bundnir av at mótstøðuliðini gera mistøk. Nógv lið standa ógvuliga kompakt ímóti okkum, og tá eru tað vit, sum skulu finna holini.
Hvørja ferð vit fara á vøllin, er málið at vinna. Tað skal vera málið hjá einum og hvørjum HBara. Vinnaramentanin er partur av HB-kjarnuni, og tað skal eg fáa fram aftur í øllum spælarunum. So í stuttum kann sigast, at málið er at vinna steyp. Hvussu vit koma har til, er tað sum vit fara at arbeiða við fram ímóti næsta kappingarárið, sigur Dali at enda.