Eftir eitt ár á Argjum, vendir 19-ára gamli málmaðurin, Bjarti Vitalis Mørk, nøsina heim aftur í Gundadal. Nakað sum bæði hann og vit gleða okkum til.
– Eg havi saknað at vera í HB, og eg eri glaður fyri at vera aftur, er hansara fyrsta reaktión tá undirskriftin er sett.
– Og eg síggi fram til at menna meg enn meira. Eg føli at tað er her eg kann menna meg til at blíva tann fótbólsspælarin eg gjarna vil, leggur Bjarti afturat. Eg havi bara verið burtur í eitt ár, men nógv er hent her tað tíðina. Alt er lyft upp á eitt hægri støðið, og tað er nakað sum eg gleði meg at vera ein partur av.
Bjarti fekk sín fyrsta dyst á okkara besta liðið longu sum 17-ára gamal, tá hann byrjaði dystin í 25. umfari ímóti Skála. Ein dyst sum vit vunnu 1-0. Í fjør bleiv tað til 9 dystir í Betri deildini fyri AB, umframt ein dyst í steypakappingini. Afturat tí koma fleiri dystir í 1. deild.
Tað er eingin loyna at Bjarti er uppi ímóti tí besta málmanninum í landinum. Men tað merkir ikki at ungi maðurin er komin heim í Gundadal at trilla tumlar.
– Eg gleði meg at arbeiða saman við Teiti aftur. Honum kann eg læra nógv av. Men eg fari sjálvandi at leggja trýst á hann, og taka av møguleikanum tá hann kemur, sigur Bjarti at enda.
Sáttmálin við Bjarta er galdandi til kappingarlok 2022.