Vegna skaða hevur Bartal givið avboð til landsdystirnar í Baltic Cup.
Eftir at hava spælt sannførandi í alt 2024, var tað ikki óvæntað, at landsliðsvenjarin aftur fekk eyguni upp fyri Bartal. Tí var hann úttikin til A-landsliðið, sum skal luttaka í Baltic Cup. Men tað verður tíverri ikki á hesum sinni, at Bartal kann leggja afturat sínum trimum A-landsdystum. Ein skaði í knæðnum forðar honum.
Bartal hevur verið í skannaranum, men enn er óvist, hvussu álvarsligt tað er.
Mynd: Sverri Egholm / portal.fo