HB og 07 Vestur hava gjørt leiguavtalu, um at Ási Dam fer at spæla vesturi í Vágunum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Ási hevur fyri tað mesta spælt á vinstra bakki, har kappingin í ár hevur verið sera hørð. Nú er tað so í 07 Vestur, at Ási skal fáa fleiri royndir í bestu deildini.
Mynd: portal.fo