Ári tvey ár afturat

Vinstribakkurin hevur longt sáttmálan, so partarnir nú hava pappír uppá hvønn annan til og við 2025.

Ári er uppvaksin í HB, og hevur í Føroyum bara umboðað barndómsfelagið. Sum ungur fór Ári niður til Danmarkar at spæla við Silkeborg. Har spældi hann ungdómsfótbólt, og fekk eisini nakrar dystir á besta liðnum hjá Silkeborg.

Í 2016 vendi Ári heimaftur, har tað bleiv til ein steðg uppá 2 ár, áðrenn útlandið aftur kallaði. Hesa ferð gekk leiðin til Noregs, og felagið Sandnes Ulf.

Fýra ár blivu tað til í Norra, áðrenn Ári aftur var at síggja í Gundadali.

– Eg eri øgiliga spentur til komandi kappingarár. Nýggja venjaratoymið hevur eina greiða ætlan, og hetta er nakað, sum eg vil vera ein partur av. Hetta er nakað, sum vit hava brúk fyri, sigur Ári í stuttari viðmerking.