Vit hyggja frameftir, og hugsavna okkum um Ári ið kemur, heldur enn árið ið fór. Og sjálvt um tey flestu goyma tað stóra krútið til á miðnátt, velja vit at bresta okkara eitt sindur fyrr. Tí eftir 4 ár í norskum fótbólti, vendir landsliðsleikarin Ári Mohr Jónsson heim aftur til barndómsfelagið.
Ári er uppvaksin í HB, men fór sum ungur til Danmarkar, og spældi í nøkur ár við Silkeborg, har hann fekk spælitíð í bæði Superliguni og donsku steypakappingini. Í 2016 kom hann heim aftur, og spældi 48 dystir fyri okkara besta manslið, áðrenn hann í 2018 aftur valdi at royna eydnuna uttanlands. Hesa ferð í Noregi hjá felagnum Sandnes Ulf.
Hann er meira ella minni fastur maður í landsliðshópinum, har tað higartil er blivið til 11 landsdystir og 1 mál, sum hann skeyt í Nations League dystinum ímóti Malta í 2020.
Vit bjóða Ára vælkomnum heim aftur, og fara at frætta meira frá honum um nakrar dagar.
Sáttmálin er galdandi til og við 2023.
Hagtøl: FaroeSoccer