Okkara menn reistu seg aftur, eftir tapið í Klaksvík, og vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Skála.
Hóast tað kanska ikki var tað poleraða spælið, ið setti sín dám á dystin, var sigurin ongantíð í vanda. Tó so, var byrjanin heldur keðilig. Tí longu eftir 5 minuttir kom Tróndur so illa fyri, at hann mátti berast av vøllinum. Hetta nervaði kanska okkara menn somikið, at spælið ongantíð koma at flóta sum tað gjarna skal. Sigast skal eisini, at skaðar og leikbann gjørdu sítt, til at vit stillaðu upp í heldur óvandari upstilling.
Men einki skal takast frá okkara monnum, og slett ikki teimum ið spældu á óvandum plássum. Tá 20 minuttir vóru spældir, skoraði Ari til 1-0. Og 10 minuttir seinni økti innskifti Pingel til 2-0.
Í seinna hálvleiki var tað ikki tað spruttandi álopsspælið ið var at síggja, tó so at vit høvdu fult tamarhald á dystinum. Skálamenn vóru ikki vandamiklir, og tað tóktist sum okkara bara vildu koyra dystin stillisliga heim. Í tíðini dómarin hevði lagt afturat, skoraði lívligi Pingel sítt annað mál. Vert er eisini at nevna, at Símun Sólheim fekk sínar fyrstu minuttir í Betri Deildini.
Vit fegnast um tey trý stigini, men skaðin hjá Trónda tekur eitt sindur av gleðini. Næsta vikuskifti er ein megnar uppgáva á skránni, tá vit møta Víkingi í steypafinaluni.
Hagtøl
HB – Skála 3-0 (2-0)
1-0 Ari Mohr Olsen
2-0 Sebastian Pingel
3-0 Sebastian Pingel
Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Brynjar Hlöðversson (liðsk.), Daniel Johansen, Dan í Soylu, Tróndur Jensen (Sebastian Pingel), René Shaki Joensen, Pætur Petersen (Jógvan Rói Davidsen), Bartal Wardum, Símun Samuelsen, Ari Mohr Olsen (Símun Sólheim), Lasse T. Andersen
Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Andreas Breimyr, Brian Slyne, Bjarni Brimnes
Dagsins leikari: Sebastian Pingel