Adrian-show á Argjum

Við fýra (!) málum í dag, harav trý uppá beinleiðis fríspark, var Adrian enn einaferð tann stóri spælarin, tá vit fóru yvir um ánna eftir øllum stigunum. Við 9 stigum eftir 3 dystir, hava vit harvið fingið bestu byrjanina uppá landskappingina síðan 2008.

Dysturin var ikki meira enn 4 minuttir gamal, tá fyrsta málið kom. Adrian tók fríspark heilt úti í vinstru síðu. Bólturin kom væl innfyri, og millum vinir og fíggindar, fekk Øssur síðsta fótin – ella høvdið – á. Hetta var fyrstu ferð í ár, at Øssur var millum teir fyrstu 11, so tað var væl sæð av venjaratoyminum, at seta hann inn frá byrjan.

Adrian tók yvir

Næstu minuttirnar tók Adrian fullkomiliga yvir, og smekkaði bóltin í kassan fýra ferðir. Tríggjar ferðir uppá beinleiðis fríspark. Fyrst úr vinstru síðu, síðani úr høgru síðu, og til síðst mitt fyri, umleið 30-40 metrar úti. Og tey fríspørkini vóru væl at merkja skotin uppá 8 minuttir. Søgukønir fótbóltsfjepparar eru longu farnir at kanna, um hetta er tað skjótasta frísparks hattrikkið nakrantíð.

Nú skulu vit ansa eftir at ikki gerast ov partísk, men sparkiteknikkurin hjá Adrian telist nokk millum teir bestu í heiminum – og tað er uttan at yvirdríva!

Hóast trý stig og fimm mál eru at fegnast um, so sleppa vit ikki undan tí keðiligu hendingini, har Heðin fær tað reyða kortið, og harvið er leikbannaður ímóti Víkingi. At hann fær reytt kort fyri at tveita bóltin, er kanska í lagi. Men at ABarin, sum smekkaði bóltin í búkin á honum, meðan hann lá niðri, ikki fór sama veg, er fyri mongum óskiljandi.

Men hóast ein mann í undirtalið í 75 minuttir, so var tað lítið nevnivert AB hevði at bjóða uppá. Seinni hálvleikur gjørdist heldur linari enn fyrri, men tá ráddi mest um at halda høvdið kalt, og gjarna halda málið reint.

Hugaligt var eisini at tveir av okkara ungdómsleikarum, Ási Dam og Dánjal Reginsson, fingu sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. Her frá ynskja vit teimum til lukku.

Dystur aftur hósdagin

Næsti dystur verður longu hóskvøldið, tá Víkingur kemur á vitjan. Hetta er somuleiðis fyrsti dystur ímóti einum av teimum liðunum, sum serfrøðingarnir hava spátt at enda í ovaru hálvu. Vit hava spælt tveir venjingardystir ímóti Víkingi í ár. Tann fyrra í VFF Cup finaluni, har vit vunnu 3-1, meðan tann seinna vunnu vit 2-0 í Sarpugerði. Men eitt eru venjingardystir, og eitt annað eru landskappingardystir. Hvussu er og ikki, so gleða vit okkum til hóskvøldið, tá vit aftur sleppa at bjóða áskoðarum til dyst í Gundadali.

Hagtøl
Betri Deildin menn
AB – HB 0-5 (0-5)

0-1 Øssur M. Dalbúð

0-2 Adrian Justinussen

0-3 Adrian Justinussen

0-4 Adrian Justinussen

0-5 Adrian Justinussen

Liðið í dag: 1 Teitur M. Gestsson (liðsk.) – 10 René Shaki Joensen (28 Samuel J. Chukwudi), 15 Heri Hjalt Mohr, 4 Heðin Hansen, 17 Bartal Wardum – 18 Mathias Nygaard, 21 Mikkel Frankoch (22 Dánjal Reginsson), 8 Dan í Soylu – 11 Pætur Petersen (20 Ási Dam), 25 Øssur M. Dalbúð, 7 Adrian Justinussen

Óbrúktir eykaleikarar:  16 Jákup Højgaard, 5 Delphin Tshiembe, 26 Gilli Róason

Dagsins leikari: Adrian Justinussen

Mynd: Rakul Hansen