27. umfar flutt

Vanligt hevur verið, at seinasta umfar í landskappingini verður spælt leygardag. Og tað var eisini ætlanin, men nú fimm dagar áðrenn seinasta umfar er ásett, hevur FSF tikið avgerð um at flyta dystirnar ein dag.

Sostatt verður seinasti dystur í Betri deildini ímóti EB/Streymi spældur í Hólmanum á Eiði sunnudagin 29. oktober kl. 15.00.

Broytingin ávirkar eisini síðsta umfar í 1. deild hjá monnum, sum so verður spælt leygardagin 28. oktober. Okkara 1. deildarlið tekur ímóti KÍ í Gundadali, og tann dysturin byrjar kl. 14.00.