Soljóðandi skriv er komið frá FSF:
Kunnað verður um, at fyrsta umfar í Betri deildini hjá monnum, sum eftir ætlan skuldi leikast í morgin, sunnudagin 8. mars, er útsett til 15. mars.
Øll tey fyrstu umførini í Betri deildini hjá monnum eru tískil flutt eina viku. Víst verður til heimasíðu FSF’s, sum hevur dagførda leikskrá tøka mánadagin.