Árliga kappingingin hjá Venjarafelag Føroya, VFF Cup, fer av bakkastokki leygardagin 15. januar. Okkara fyrsti dystur verður á útivølli ímóti B68.
Vikuskiftið eftir gongur túrurin inn á Skála, áðrenn vit spæla tríggjar dystir á rað í Gundadali, har tann eini tó er ein, á pappírinum, útidystur ímóti B36.
Finaluumfarið verður spælt 12. februar.
Skráin sær soleiðis út:
- Leygardag 15. januar – B68–HB
- Leygardag 22. januar – Skála–HB
- Leygardag 29. januar – HB-KÍ
- Mikudag 2. februar – HB-EB/Streymur
- Leygardag 5. februar – B36-HB
- Leygardag 12. februar – Endaumfar
Klokkutíðir verða ásettar, tá vit nærkast dystardegi.
Veður og annað kann ávirka, og tí skal skráin takast við fyrivarni.
Ikki alment skrásettir dystir
Dystirnir í VFF Cup telja ikki sum almennir dystir, og tí verða dómaraseðlar ikki skrivaðir. Men FaroeSoccer fer at skráseta lyklahendingar sum:
- Fyrstu 11
- Hvør kom inn (líkamikið nær, og líkamikið hvør fór út)
- Hvør kom ikki inn
- Málskjúttar (og nøkulunda minutttøl ella raðfylgjan bara)
- Dómarar
Hettar telur tó ikki við í almennu hagtølunum hjá feløgum og spælarum.