Skaðastøðan í hópinum

Seinastu vikurnar hava vit verið raktir av nøkrum skaðum. Onkur ógvusligari enn annar.

Ímóti Víkingi fekk Teitur ein alboga í andlitið. Hann bløddi illa, og vandi var fyri heilaskjálvta. Men skjótt var staðfest, at talan ikki var um heilaskjálvta. Hann fekk eitt sár inni í munninum, sum var so djúpt, at hann mátti seymast, og sat tí uttanfyri seinasta dyst. Hann væntast klárur eftir landsliðssteðgin.

Ímóti NSÍ fekk Noah somuleiðis eitt slag í andlitið, og eins og Teitur, bløddi hann illa. Hann bleiv lappaður saman, og spældi dystin lidnan. Eftir dystin var hann ein túr á skaðastovuni, men tíbetur var sárið ikki so djúpt, at tað skuldi seymast. Nakrar tenn hava fingið stoyt, og av tí at hann fyrr hevur fingið slag í andlitið, skal hann kannast nærri. Hann væntast klárur aftur innan stutta tíð.

Áki fór út við skaða í fótinum ímóti Skála, og hevur sitið uttanfyri síðani. Hann er byrjaður at venja aftur, og tað gongur framá, tó hann merkir enn eitt sindur av pínu í fótinum. Gongur alt sum tað skal, væntast hann aftur eftir landsliðssteðgin.

Sammy hevur stríðst við ein skaða í baklærinum. Ímóti Víkingi breyt skaðin upp aftur. Hann væntast klárur aftur um nakrar vikur.

Dagført kl. 21.30

Mynd: portal.fo