Við Løkin er neyðugt at vísa koronapass ella negativa test (ikki eldri enn 72 tímar) við dyrnar.
Atgongumerkir kunnu keypast í kioskini, og til ber at gjalda við gjaldskorti.
Skýlið verður býtt í 2 økir, har HB-viðhaldsfólk sita í suður endanum.
Vegleiðing um brúk av koronapassi:
Eitt gyldugt koronapass skal upfylla eina av hesum 6 treytum:
ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:
- lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
- koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.
Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:
- gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
- váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.
Føroyska talgilda koronupassið kann takast niður á telefonina á korona.fo.