Sjálvan ólavsøkudag kl. 16 spæla vit Conference League dyst á heimavølli. Dysturin verður ímóti samanlagda taparanum av uppgerðini millum HJK Helsinki ella Buducnost Podgorica.
Dysturin verður spældur á Tórsvølli, og atgongumerkjasølan byrjar mikudagin 7. juli kl. 19.00.
Fyri at fáa flest fólk møguligt inn á Tórsvøll, er ikki møguligt at velja setur. Skipanin finnur sjálv setur.
Talan verður bert um forsølu á netinum, og eingin atgongumerkjasøla verður við dyrnar á dystardegnum.
Atgongumerkini kosta 100,- kr. og børn gjalda eins og vaksin.