Seinastu trý árini hevur Eyðstein Simonsen verið fysiskur venjari hjá okkara Betri kvinnum. Umframt at vera fysiskur venjari, verður hann eisini hjálparvenjari hjá kvinnunum í 2024 og 2025.
Venjaratoymið hjá kvinnunum, við Lukasz Cieslewicz á odda, er longu farið til verka, og fyrireikingarnar til komandi kappingarár er væl á veg.
Á spælarasíðuni er 17-ára gamla Lisa Haraldsen komin úr 07 Vestur. Harumframt er málverjin Gunnvá Lützen komin heim aftur, eftir at hava verið í skúla í Danmark. Møguliga legst onkur spælari afturat, men tað skal vera ein spælari, sum kann koma beint inn á liðið.