Eins og hjá U15, gjørdist tað ein jøvn og spennandi finala.
NSÍ legði seg á odda 1-0, men í seinna hálvleiki vendu okkara dreingir øllum, og vunnu 2-1.
Ari Askham skoraði bæði málini, og varð eisini valdur til dagsins leikara.
Vit ynskja U17-dreingjunum hjartaliga til lukku við steypasigrinum.