Silja Ragnarsdóttir Trier skoraði seinasta málið, tá føroysku U17-genturnar vunnu 3-1 á Rumenia. Sigurin hevur við sær, at tær enda ovast í bólkinum.
Føroyar hava verið vertir fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum. HB hevði fýra spælarar við hesa ferð. Tær vóru Marta Sofía Østerø, Lý Gray Djurhuus, Silja Ragnarsdóttir Trier og Bára Tórálvsdóttir Poulsen.
Føroyska liðið tapti fyrsta dystin ímóti Lettlandi 2-1. Men so kom vend í, og tær vunnu báðar dystirnar, sum vóru eftir. Fyrst 2-0 ímóti Georgia og síðani 3-1 ímóti Rumenia. Seinasta málið í sigrinum á Rumenia skoraði Silja Ragnarsdóttir Trier.
Úrslitini gera, at Føroya vunnu bólkin, og eru harvið fluttar upp í deild A til komandi EM-undankapping, sum verður í heyst.
Mynd: FSF