Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til WU17 landsliðið, sum skal spæla EM undankapping í Litava síðst í mars.
18 spælarar eru við í hópinum, og millum teirra eru fimm úr HB. Tær eru:
- Lea Tórarenni Johannesen
- Fríða Magnusardóttir Jakobsen
- Teresa Jacobsen
- Astrid Poula Mittfoss
- Borghild Debes Dánialsdóttir
Umframt tær fimm er Anna Stóra Carlsen, sum í løtuni gongur á eftirskúla í Danmark, eisini úttikin.
WU17-landsliðið skal spæla tríggjar undankappingardystir í døgunum 22.-31. mars. Teir eru ímóti vertstjóðini Litava, Moldova og Grikkalandi.
Vit ynskja teimum til lukku við úttøkuni, og bestu eydnu í komandi landsdystum.
Mynd: FSF