U9-dreingir vunnu Aalborg City Cup

  1. mai fór eitt ferðalag við 20 U9 HB-garpum, høvuðsvenjaranum John Hera Dam, hjálparvenjarum, foreldrum og systkjum til Danmarkar at luttaka í Aalborg City Cup.

Dreingirnir vórðu býttir upp í 3 lið í 3 ymiskar bólkar. Áðrenn sjálv kappingin byrjaði, varð lagt út við vinardystum, har tey 3 liðini sluppu at royna formin ímóti Aalborg KFUM. Dagin eftir, fyrrapartin hósdagin, byrjaði sjálv kappingin.

Øll 3 liðini spældu hvør sínar 2 dystir og síðani 1 dyst fríggjadagin. Harvið endaði bólkaspælið og farið var beinleiðis víðari til endaspælið.

Leygardagin var endaspurturin settur. Tá høvdu b- og c-liðið roynt at tapt, spælt javnt og vunnið. Meðan a-liðið við fullum stigatali, og einari málúrtøku á heili 33-1, skuldi royna at halda á fram við flottu úrslitunum.

Fleiri av leikarunum lógu við búkilsku upp til dystirnar, men stríðsandanum bilti onki og vóru allir klárir frá fyrsta bríksli.

Í fagrasta summarveðri leygardagin fóru dystirnir í gongd. C-liðið gjørdist í fyrstu royndini akkurát ov stuttir og endaðu samanlagt á einum 17. plássi. B-liðið skuldi nú royna seg. Hetta var ein tættur dystur, ið endaði við at teir taptu uppá brotssparkskapping og endaðu á einum 12. plássi.

A-liðið megnaði at spæla seg í finaluna, har teir skuldu møta Brønderslev, ið eins og HB, hevði vunnið allar sínar dystir, tó ikki eins sannførandi. So spenningurin var stórur undan dystinum.

Leikarar og foreldur frá FC Hoyvík vóru komin at vísa sín stuðul, og hetta setti ein serligan dám yvir dystin. Skjótt sást, at dreingirnir úr Brønderslev ikki fóru at verða eins lættir at syfta, sum nøkur av hinum liðunum. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til HB.

Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Brønderslev, og so leikaði hart á í báðum endum. Mitt í seinna hálvleiki kom HB á odda 2-1, og ímóti dystarenda øktu teir til 3-1, og so var mest sum avgjørt.

Stutt aftaná bríkslaði domarin dystin av, og ovurfegnir leikarar, venjarar, foreldur og systkin týstu út á vøllin at fagna vinnararnar.

Ein slíkur túrur ber ikki til uttan góðar stuðlar, og leikararnir vilja takka Tignir, Tatanka, Betri, Norðoya Sparikassa og Vøruhúsinum á Hjalla fyri hollan stuðul.