Venjing við børnum 5 ár og yngri er sera fjølbroytt, og ikki minst sera stuttligt. Vit venjarar seta rammurna upp til upphiting, stuttligt spøl og sjálvandi venjing við bólti so nógv sum gjørligt. Venjing er hvønn mikudag kl. 17.00.
Tað eru nógv børn sum ikki altíð tíma at luttaka alla tíðina, og kanska ikki klára at at hugsavna seg alla tíðina. Summi tíma í 5 min., onkur 30 min. og onnur alla venjingina. Líkamikið hvussu leingi tey tíma ella orka, eru tey vælkomin. Hetta er teirra byrjan til fótbólt, og at hava tað stuttligt er okkara felags lyklaorð.
Til foreldur ella tey sum koma við børnum til venjing. Tit luttaka sum oftast tann tíman vit venja. Sum dømi tá vit venja at avlevera tvey og tvey, so er tað sum oftast, um ikki altíð foreldur (ella tann sum er við barninum) og barnið.
So tit skulu vera klár at venja eisini.
Summi børn eru trygg við umstøðurnar og klára seg sjálvi – Tað vita tit best í mun til tykkara egna barn.
Vit hava bóltar til venjingina tá vit venja inni mikudagar. Sunnudagar tá vit venja úti hava vit eisini bóltar, men tá kunna børnini eisini hava egnan bólt við.
Linda av Fløtum og Símun Samuelsen eru høvuðsvenjarar hjá U-5. So hava tey tríggjar aðrar dugnaligar venjarar afturat sær, Ransin Napoleon Djurhuus, Jón Krosslá Poulsen og Gisla Sveinbjörnsson.
Vinarliga Venjaratoymið