Trivnaður og menning í hásæti

Fríggjadagin 24. februar byrja U9-genturnar aftur at venja uttandura. Fyrstu vikurnar verður bert ein uttanduravenjing, inntil hondbólturin er liðugur um hálvan mars mánað. Tó hava genturnar møguleikan at venja futsal 2 ferðir um vikuna, umframt uttanduravenjingina.

Venjingartíðirnar komandi vikurnar eru hesar:

  • Týsdag kl. 17 (Futsal í Eysturskúlanum)
  • Mikudag kl. 6.30 (Futsal í Høllini á Hálsi)
  • Fríggjadag kl. 16 (niðari vøllur)

Frá 13. mars verður ein uttanduravenjing løgd afturat. Hetta merkir, at genturnar hava møguleika fyri at venja 4 fótbóltsvenjingar um vikuna. Minnist til, at hetta er eitt tilboð – eitt frálíkt tilboð – sum einans skal síggjast sum ein møguleiki fyri at menna førleikarnar hjá gentunum. Sjálvandi væntar eingin, at genturnar møta til allar 4 venjingarnar, men onkuntíð liggur betur fyri ein dag heldur enn ein annan.

Venjingartíðirnar frá 13. mars eru hesar:
  • Mánadag kl. 17 (Futsal í Eysturskúlanum)
  • Týsdag kl. 16 (ovari vøllur)
  • Mikudag kl. 6.30 (Futsal í Høllini á Hálsi)
  • Fríggjadag kl. 16 (niðari vøllur)

Venjaratoymið hjá U9-gentunum í 2023 er hetta:

  • John Eystberg, høvuðsvenjari (tel. 548745)
  • Jan Klein Olsen (tel. 542228)
  • Jóhan Petur Holm (tel. 761111)
  • Ingvard Vang (tel. 221385)

Harafturat eru 2 gentur hjá U16, sum eisini koma at hjálpa til, og eita tær Tóra og Marita.

Øll hjálp er kærkomin, so um onkur foreldur/avvarðandi vilja hjálpa til við venjingum ella øðrum, ella hava góð hugskot til eitt hvørt, so taka vit gleðiliga ímóti. Jú fleiri jú betur.

Venjingin

Venjingin er løgd til rættis eftir tveimum høvuðsprinsippum:

  • Trivnaður
  • Menning av individuellu førleikunum
Trivnaður:

Sum í øllum øðrum viðurskiftum í lívinum, so er trivnaður avgerandi fyri, um ein kann mennast og hava tað stuttligt. Vit leggja okkum eftir, at tað er eitt jaligt umhvørvi genturnar koma til. Er onkur, sum følir seg uttanfyri, antin tí hon hevur ein ringan dag, er blivin ’óvinur’ við onkran, ella følir seg ikki duga tað vit gera, so royna vit at taka okkum tíð til viðkomandi. Tá kemur tað okkum til góðar, at vit eru fleiri venjarar.

Er onkur genta sum afturvendandi gevur ilt av sær heima, um eitthvørt í sambandi við fótbóltin, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband John, høvuðsvenjarara.

Menning av individuellu førleikunum:

Í hesum aldursbólkinum leggja vit dent á, at menna individuellu førleikarnar við bóltinum. Oftari tú nertir við ein bólt, betur verður tú til fótbóltsspælið. Fótbóltssamband Føroya eggjar eisini venjarum til at menna hesar førleikar. Tað at spæla bóltin (avlevera) kemur av sær sjálvum seinni.

Mælt verður eisini til at hava ein bólt heima, sum ikki liggur ov langt vekk, og sum genturnar sleppa at spæla við so oft sum yvirhøvur møguligt.